Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Konsert við Klaksvíkar Tónlistaskúla og Tónlistaskóla Árnesinga

9. mars, 16:00 - 17:00

Forkunnug konsert í Varpinum sunnudagin kl. 16:00
Í fjør fóru næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla á ferð til Íslands, har teir vitjaðu Tónlistaskóla Árnesinga. Næmingarnir hildu, millum annað, frálíka konsert í tónlistaskúlanum á Selfossi, eisini vóru tey í kirkjuni í Skálholti og spældu.

Nú koma so floytunæmingar úr Tónlistaskóla Árnesinga at vitja í Klaksvík, og skulu saman við næmingum úr Klaksvíkar Tónlistaskúla hava konsert í Varpinum sunnudagin kl. 16:00.
Íslendingarnir koma til Føroya fríggjadagin, og brúka vikuskiftið at venja saman við føroyingunum.
Á konsertini verður framført í smærri bólkum og eisini har allir næmingar frá báðum skúlum spæla saman.
Tað er Laila Nielsen frá Klaksvíkar Tónlistaskúla og Kristín Dudziak Glúmsdóttir frá Tónlistaskóla Árnesinga, sum eisini er hálvur føroyingur, ið hava fingið hetta spennandi samstarv ímillum føroyskar og íslendskar næmingar í lag.

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin.

Upplýsingar

Dato:
9. mars
Klokkan:
16:00 - 17:00
Scroll to Top