
- Hetta tiltakið er liðugt.
Kvinnudagur í Varpinum
8. mars, 15:00 - 23:30
250 kr.
Eru tit klárar til ein kulan kvinnudag 8.mars?
Komandi leygardag fara vit at heiðra okkum sjálvar, og hvørja aðra;
Vit fara at fagna okkara fyrimyndir og spegla okkum í hvørjum øðrum;
Og so fara vit sjálvandi at feira kvinnudagin, við at hava tað mega-hugnaligt saman.
Íblástur, Netverkan, Fyrilestrar, Framsýningar, Smálestrar, Sølubásar, Sangur, Móti, Makeup, Havsvimjing, Matsøla, Yoga, Sofaprát, Kjak, Kaffi, Mocktail-Cocktailbarr, Livandi tónleikur, v.m.
Tit kunnu longu nú byrja at gleða tykkum til ein fjølbroyttan og festligan dag, saman við nógvum kulum kvinnum 🙂
Vertur verður Annika Kunoy Im.
Vit hava avmarkað pláss til tiltakið, so tað ræður um at tryggja sær atgongumerki beinanvegin!
SKRÁ FYRI KVINNUDAGIN Í VARPINUM 💜
– 8.MARS 2025 –
Fyrri partur av Kvinnudegnum, frá kl.15 til kl.19 er ókeypis. Seinni partur, frá kl.19-22, krevur atgongumerki tí har er avmarkað pláss í salinum.
Kl.15.00: Dypping við havsvimjarunum á Borðoyavík. Allar eru hjartaliga vælkomnar. Vit møtast á keiini.
Kl.15.30: FORSALURIN: Lekkur matur kann keypast frá Chessa Takeaway og kaféin er opin.
POSTHÚSIÐ:
Sølubásar við Rokoko, Beautee, ByMarta, Tógvtorgið og Kósabúðin.
Listaframsýning við Bodil Joensen, Bjørg Mohr, Monicu Ósá Henriksen og Onnu Mohr.
Plakatframsýning hjá Norðoya Kvinnufelag
KL.16: SALURIN: GG! Yoga við Ragnhild Ellingsgaard er avlýst, vegna forfall.
KL.16: SALURIN: Anniku Kunoy Im, sum er annar eigarin av blaðnum KVINNA, hevur smáframløgu í salinum.
17.00: BÝARSALURIN: Sminku-smálestur við Heidi Nolsøe Samuelsen
KL.18.00: FORSALURIN: Chessa Takeaway selir lekkran mat, og kaféin er opin, við kaffi, køkum, cocktails og mocktails.
KL.19.00: Tiltakið í salinum (krevur atgongumerki -avmarkað pláss)
• Operetturnar syngja Mozart á føroyskum
• Annika Kunoy Im er verturin, ið leiðir okkum gjøgnum kvøldið.
• Virkandi borgarstjórin Annika Steintórsdóttir Biskopstø, bjóðar vælkomin
• Fyrilestur hjá Sigrun Heldarskarð: ”KVINNA(N) – Sjálvsmyndin”
• Operasangarin Birita Adela framførir
• Smálestur við Sonju Ravnsfjall Kjølbro: ”Fyritøka í lítlum spískamari – At eiga og reka fyritøku heimanífrá.”
——-
Steðgur 30 min. Kaféin í forsalinum er opin, har kaffi, køkur, cocktails og mocktails fáast til keyps.
——–
• Annika Kunoy Im lesir ein tekst
• Smálestur við Sóley Hammer: «Kvinnur og íverksetan»
• Mótasýning á pallinum. Kósabúðin, Vera Klipt, Euphoria, MIA, Tógvtorgið, Rokoko,
• «Sofaprát» við Alexandru á Dul, Tóru við Keldu og Jóhonnu Christiansen. Annika Kunoy Im er vertur.
• Herborg Torkilsdóttir framførir
Kl.22: Kaféin/barrin er opin niðri í forsalinum: Kaffi, cocktails, mocktails, mingling, livandi tónleikur og felags hugni, so leingi vit hava hug! 🥳