Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.
Um konsertina:

Oddur Joensen føddur og uppvaksin í Klaksvík, er ein gittaristur og tónleika framleiðari. Hann hevur spælt og arbeitt við artistum t.d. Bárður á Lakjuni, Daniu O. Tausen, Mariannu Winther, Aggrasoppum, Vincent, Funksjón osv.

Tey seinastu trý árini hevur hann búð í Oslo, har hann hevur tikið eina bachelor í rytmiskum tónleiki, samstundis sum hann hevur virka við einum ørgrynna av norskum artistum og spælt runt um alt Noreg og fleiri staðnis í Evropa.

Fyri tveimum árum síđani kom fyrsta heildarútgávan hjá Oddur út og síđani er nógv vatn runni í ánni. Á Varpinum verđur høviđ at hoyra nýggj løg sum verđa á tí næsta heildarútgávu – Tónleikur kann lýsast sum ein blanding av amerikana noir og nordiskum jazzið, við forteljandi melodium og spennandi samanspælið frá bólkinum.

Bólkur:

Oddur Joensen – Gitar

Bárđur Reinert Poulsen – Bass

Trummir – Per I. Højgaard Petersen

Eftir konsertina verður høvið at keypa LP´ina hjá Oddi “Eyes wide Open”.
Bárður Dal Christiansen hevur gjørt vakra húsan.

 

Meira kann lesast um plátuna á heimasíðuni hjá Tutl: Eyes Wide Open – Oddur Joensen – Tutl

 

 

Upplýsingar

Dato:
26. januar
Klokkan:
19:30 - 21:30
Kostanður:
150 kr.
Scroll to Top