
- Hetta tiltakið er liðugt.
Barnafilms-festivalur – Sunnudag 19. januar!
19. januar, 16:00 - 20:30

*Við Føroyskari talu!
Kl. 16.00: Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum
Uppruna heiti: Dyrene i Hakkebakkeskogen
Longd: 75 min
Framleiðslu ár: 2016
Land: Noreg
Leikstjóri: Rasmus A. Sivertsen
Aldur:
Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir.
Kl. 17.15: Rókur Heinesen um animasjónsarbeiði.
Rókur Heinesen er útbúgvin Animatør, og hevur arbeitt við framleiðslu av filmi í Danmark. Hann hevur m.a. verið við til at framleiða Den Kæmpestore Pære og Den Ternede Ninja. Rókur kemur at greiða eitt sindur frá, um listina og útbúgvingina.
Kl. 18:00: Belle
Uppruna heiti: 竜とそばかすの姫
Japanskt | Føroyskir undirtekstir
Long: 121 min
Framleiðsluár: 2021
Land: Japan
Leikstjóri: Mamoru Hosoda
Týðing: Karina Jákupsdóttir
Aldursmark: 7+
Suzu er ein sera smæðin studentaskúlanæmingur, fangað í sínum egna mótloysi. Hon býr saman við pápa sínum í eini friðarligari bygd, og hon kemur bert saman við síni bestu vinkonu og bygdakórinum fyri vaksin.
Men alt hetta broytist, tá Suzu uppdagar talgilda heimin “U” og fordjúpar seg í hesum stóra tykisheiminum, har hon er vakra sangarinnan Belle. Suzu verður alsamt meiri hugtikin av sínum online persóni, sum mótsett henni er elskað og væl umtókt. Men ein dagin verður hennara framførsla órógvað av einum ræðuligum ódjóri. Suzu byrjar nú eina kensluborna sjálvrannsóknarferð fyri at avdúka ódjórið. Á leiðini finnur hon fram til seg sjálva.
Trailer: https://www.youtube.com/watch?v=kRKu5DW1md8