Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Leiguíbúðir Við Sandin – kunnandi fundur

2. october 2025, 18:00 - 19:00

Free

LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanina Við Sandin á kunnandi fund í viku 40:

2. oktober kl. 18-19 verður kunningarfundur í Varpinum, um bygningin Við Sandin í Klaksvík.

Tilmelding krevst fyri at koma á kunningarfund, sí meira á heimasíðuni www.livfastogn.fo

LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: onnur á Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar eru settir á skrá.

Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.

Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til góðar.

Lýsing av bústaðarverkætlanini Við Sandin´: Við Sandin í Klaksvík: Ein bygningur í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041 m² býtt upp í íbúðir á 56 til 105 brutto m².

 

 

Upplýsingar

  • Dato: 2. october 2025
  • Klokkan:
    18:00 - 19:00
  • Kostanður: Free