
- Hetta tiltakið er liðugt.
Leikurin – ONKI
26. november 2023, 16:00 - 17:30

Sunnudagin 26. nov kl. 16 verður ein spennandi sjónleikur hjá Tjóðpalli Føroya í Varpinum.
Leikurin ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.
ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020.
Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum (Um at vera menniskja, Moldvørpan) og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt.
Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt. Tjóðpallur Føroya vil við hesum bjóða áskoðaranum inn í eitt rátt og estetiskt rúm, har týdningurin, ið er sera viðbrekin, verður upplýstur av ljósi og gjøgnumskygni.
Vit í Varpinum eru sera errin av hesum spennandi samstarvinum við Tjóðpall Føroya, og vit vóna at áskoðarnir fara at taka væl undir við leikinum.
Hvar: Varpið – Klaksvíksvegur 2, Klaksvík
Nær: Sunnudagin 26.nov kl.16
Kostnaður: Vaksin 265 kr. og ung/lesandi 132 kr.