
- Hetta tiltakið er liðugt.
Orphei Drängar og Klaksvíkar Manskór
20. october 2023, 20:00 - 21:30
150 kr. – 300 kr.
Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið 20. okt kl. 20
Sångsällskapet Orphei Drängar varð stovnað fyri næstan 170 árum síðani, 30. oktober 1853, og líka síðani tá hava teir havt høvi at syngja og møta áhoyrarum um allan heim.
Endiliga koma teir, á fyrsta sinni, til Føroya.
Teir gleða seg til, saman við okkum í Klaksvík, at skapa og uppliva ta gandakendu megi í tónleiki og í tí samspæli, sum tekur seg upp millum kór og áhoyrarar.
Tónleikaskráin er sett saman við tí í hyggju at vera fjølbroytt í fleiri dimensjónum. Vit verða tikin við á ferð til Stóra Bretlands, Týsklands, tey baltisku londini og USA, men sjálvur bulurin í skránni er eyðvitað Norðurlond.
Tónleikurin og tekstirnir lýsa mótsetningar í lívinum, bæði ljós og myrkur. Náttúran sum frummegi og íblástur gongur aftur í skránni, frá havsins megi til norðlýsisins gandakendu glæmu. Somuleiðis tað fulla kensluregistarið hjá okkum menniskjum – gleði, sorg, øvundsjúka, vón. Hetta hóskar væl til klangin og framførsluna hjá Orphei Drängar, ið spennir frá tí inniliga og stillisliga til tað máttmikla og stórbæra.
Kórið er stjórnað av Ceciliu Rydinger.
Varpið ynskir tykkum eina upplivilsisríka konsert saman við Orphei Drängar, sum verður mett at vera millum heimsins bestu manskór.
Hetta kvøldið verður eisini høvið at hoyra Klaksvíkar Manskór, undir leiðslu av Daniel Rye. Teir leggja fyri við tveimum føroyskum sangum, fyri at bjóða svensku gestunum vælkomnum.
HVØR: Orphei Drängar og Klaksvíkar Manskór
HVAR: VARPIÐ – Klaksvíksvegur 2
NÆR: 20. okt. kl. 20
KOSTNAÐUR: 300 kr / 150 kr (ung og lesandi)