
- Hetta tiltakið er liðugt.
Vælkomið Varpið
19. october 2023, 17:00 - 19:30

Hósdagin 19. oktobur kl. 17 sleppur almenningurin inn at uppliva nýggja vakra Varpið
Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er um at verða liðugt, og verður skipað fyri einum almennum tiltak í komandi viku.
”Vælkomin í Varpið” byrjar kl. 17.00 – 19.30, við ta stóru trappuna oman til forhøllina, har snórurin eisini verður kliptur, røður hildnar, og ein drekkamunnur verður at fáa.
Eftir hetta verður ”opið hús”, har øll kunnu ganga runt og forvitnast í Varpinum.
At enda verður farið inn í stóra salin, til eina ”ljóðroynd”, har ymiskar framførslur verða, so til ber at royna húsið og annars vísa tað fram.