
- Hetta tiltakið er liðugt.
Listaframsýning hjá Lydiu Petersen 3. – 7. juni
3. juni 2024, 19:00 - 21:00
Free
Í døgunum 3. til 7. juni hevur Lydia Petersen listaframsýning í Varpinum.
Á søluframsýningini verða yvir 30 verk, tey flestu akryl málningar og so abstraktar akvarel/mix media myndir.
Lydia hevur verið sera virkin, og hevur málað nógv tey seinastu mongu árini. Hon var fyrstu ferð við á framsýning á Norðoyastevnu í 1989, og síðani á hvørjum árið eftir hetta. Fleiri sjálvstøðugar framsýningar hevur hon havt, bæði her og uttanfyri Klaksvík.
Hennara málningar eru litríkir og glaðir, hon er sera fjølbroytt, hon málar litrík skeiv hús, abstrakt, stuttligar dámumyndir, og sjálvandi Klaksvíksmyndir.
Ferniseringin verður mánakvøldið 3.juni kl. kl.19. Monika Stauss og Helga Gerðalíð spæla tónleik, og Dávur Winther sigur nøkur orð.
Framsýningin verður annars opin:
Týsdag 4.juni: kl.16 – 19.
Mikudag 5.juni: kl.16 – 19.
Hósdag 6.juni: kl.16 – 19.
Fríggjadag 7.juni: kl.16 – 19.