Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Tónleikur og list í Varpinum

7. juni 2024, 16:30 - 17:00

Free

Fríggjadagin 7. Juni, kl. 16.30, fer “Eysturoyar Strúkitrio” at framføra vakran tónleik í Varpinum.

Konsertin verður í forsalinum, har listakvinnan Lydia Petersen í hesum døgum sýnir fram sínar litríku og lívsglaðu myndir.

Tey sum framføra eru Monika Stauss Joensen, violin, Jona Højgaard, viola og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Hesi eru kend andlit í tí klassiska tónleikalívinum í Føroyum, og tey hava hvør í sínum lagi framført í ymiskum samansetingum, bæði her heima og uttanlands.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið fríggjadagin, 7. juni kl 16.30, til hesa hugnaligu løtu, við vøkrum tónleiki og vakrari list.

Tiltakið er alment og ókeypis.

 

 

 

Upplýsingar

Dato:
7. juni 2024
Klokkan:
16:30 - 17:00
Kostanður:
Free
Scroll to Top