Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Í mong ár hevur Marius Ziska verið ein av Føroya fremstu og best umtóktu tónleikabólkum.

Bólkurin hevur vunnið FMA-virðislønir fyri besta sang, bestu heildarútgávu og bestu tekstir.

Marius Ziska hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikafestivalunum, og í fjør spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri. Í mars framførdu teir eisini saman við Symfoniorkestrinum í nýggju stórhøllini við Tjarnir.

Bólkurin hevur harumframt spælt nógv uttanlands, m.a. herfyri í Íslandi, á tónleikafestivalinum Iceland Airwaves.

Tónleikararnir ið fara at manna bólkin Marius Ziska á konsertini í Varpinum eru:

Hans Marius Ziska, vocal og gittar
Heðin Ziska Davidsen, gittar og annað
Magnus Johannessen, ljómborð
Kristoffer Mørkøre, bass
Jan Rúni Poulsen, slagverk

Upplýsingar

Scroll to Top