Ommu- og abbakafé
7. october, 16:00 - 18:00

OMMU- & ABBA KAFÉ
Tá ættarliðini hittast til prát og hugna.
Hvussu var omma sum barn? Hvat spældi abbi, tá hann var 10 ár? Og veit omma, hvat ommubarnið helst vil gera saman við henni?
Bjóða ommu ella abba við á kafé – ella tak ommu- og abbabørnini undir armin – og komið til eina serliga hugnaløtu í Varpinum.
Á borðunum liggja samrøðukort við stuttligum, hugnaligum og forvitnisligum spurningum, sum leggja upp til góðu samrøðuna millum ættarliðini. Børnini sleppa at spyrja ommu og abba – og omma og abbi sleppa at spyrja børnini.
– Hvat dámar tær best at gera í frítíðini?
– Hvat dámdi tær best at gera, tá tú vart í mínum aldri?
– Hvussu sá skúladagurin hjá tær út?
– Hvat dámar tær best, at vit gera okkurt saman?
– Hvat var tað stuttligasta, tú gjørdi sum barn?
Samrøðukortini verða lagað til ymiskar aldursbólkar, so bæði yngri og eldri børn kunnu vera við. Og sjálvandi hoyrir okkurt gott afturvið til eina ordiliga ommu- og abbaløtu! Posthús Kaféin selir heitt kakao og heimabakaðar bollar við smøri.
Komið og brúkið eina løtu saman – uttan skund og skermar. Bara við kakao, bollum, góðum søgum og tíð til hvønn annan.
Tí nakrar av teimum bestu søgunum eru tær, vit fortelja hvørjum øðrum.
Í Posthús Kaféini
07. oktobur
Klokkan 16-18