VIRKIÐ HEYST: Tann góði vanin
8. october, 20:00 - 21:00
Ókeypis
TANN GÓÐI VANIN
Eitt hugnakvøld um broyting, rørslu og vælveru
Kom við til eitt hugnaligt og kveikjandi kvøld í Varpinum, har vit seta fokus á teir góðu vanarnar – og á, hvussu smáar broytingar í gerandisdegnum kunnu gera stóran mun.
Vit seta okkum í sofuna saman við Miriam Gaardlykke Joensen, sum opið og erligt fer at greiða frá síni egnu broyting. Um at taka eina avgerð. Um dagarnar, tá tað gongur væl – og teir, tá tað gongur minni val. Um mat, rørslu, motivatión og um at finna eina leið, sum riggar í einum vanligum gerandisdegi. Vit práta m.a. um:
– Hvussu broytir tú vanar, sum hava fylgt tær í nógv ár?
– Hvussu tekur tú fyrsta stigið?
– Hvussu heldur tú fast, tá motivatiónin hvørvur?
– Skal alt broytast í senn?
– Hvussu fáa vit rørslu og betri matvanar at passa inn í ein vanligan gerandisdag?
– Um eitt aktivt lív á sosialum miðlum
– Og um, hvussu vit læra at gleðast um tað, sum vit faktiskt megna?
Hetta er ikki eitt kvøld, har alt skal verða fullkomið. Hetta er eitt kvøld, sum snýr seg um at koma í gongd.
Í steðginum ber til at keypa gott kaffi og heilsugóðar munnbitar frá Posthús Kaféini.
Tak eina vinkonu, systur, mammu ella starvsfelaga undir armin og kom við til eitt kvøld við práti, láturi, íblástri – og kanska einum lítlum skumpi til tínar egnu góðu vanar. Tú skalt ikki broyta alt – tú skalt bara byrja onkustaðni 
Tiltakið verður fyriskipað av VisitNorth í sambandi við VIRKIÐ HEYST.