Loading Tiltøk
  • Hetta tiltakið er liðugt.

Showtime

30. juni 2024, 17:00 - 18:00

150 kr.

Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’.
Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera- og sangleiks heimin.

Hugskotið við verkætlanini er at sameina kunnleikarnar og áhugamálini hjá tónleikarunum í eina konsert, sum fevnir víða. Hetta ger, at konsertin heldur áhugan hjá lurtaranum, sum verður hugfangaður av fjølbroytta tónleikinum.

Repertoirið úr opera- og sangleiks heiminum verður sjáldan framført í Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning fyri føroyska mentanarlívið, at tað gerst møguligt at uppliva
góðar framførslur av júst hesum sjangrunum. Hetta er við til at hugkveikja føroysk børn, ung og møguliga eisini eldri. Harafturat mennir hetta teirra mentanarligu fatan.

 

Tónleikarar:

Borgfríð Fonsdal er sangari og býr í løtuni í Barcelona, har hon lesur sangleik á skúlanum the Institute of the Arts Barcelona. Umframt sangleiks-sjangruna hevur hon nógvar royndir
innan klassiskan sang. M.a. hevur hon gingið eitt ár á víðagitna sangskúlanum Vadstena Sång- och Pianoakademien í Svøríki.

Bergur Fonsdal hevur fingist við rútmiskan tónleik størsta partin av tónleikalívi hansara, serliga innan fyri jazz. Seinastu árini er hann tó vorðin støðugt meira hugtikin
av klassiskum kontrabassi. Hetta hevur havt við sær, at hann hevur ognað sær pláss á høgt metta skúlanum HAMU (the Academy of Performing Arts in Prague) sum næmingur hjá tí
kenda kontrabassistinum Jiří Hudec.

Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lisið klassiskt klaver á det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn í flokkinum hjá professor Jens Elvekjær. Í 2022 vann hann tónleikakappingina Stella Polaris. Haraftrat var hann solistur við Føroya Symfoniorkestri til nýggjárskonsertina í fjør.

Við síðuna av útbúgvingum teirra hava tey trý drúgvar royndir á ymsum pallum, sum fevna víða um sjangrurnar klassiskt, jazz og sangleik. Tey hava stórar ambitiónir fyri
tónleikaligu listina í Føroyum og gleða seg til at seta eina konsert saman, sum vísir nøkur av teirra yndis gullkornum úr hesum sjangrunum.

Upplýsingar

Dato:
30. juni 2024
Klokkan:
17:00 - 18:00
Kostanður:
150 kr.
Scroll to Top