- Hetta tiltakið er liðugt.
World New Music Days 2024 – konsert
28. juni 2024, 19:00 - 21:00
125 kr.
Fríggjakvøldið 28.juni kl.19 fer føroyska Ensemble Aldubáran at hava eina serstaka konsert í Varpinum.
Hetta er í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music skipar fyri.
ISCM er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, sum arbeiða fyri at fremja og framføra samtíðar tónleik.
Hetta kvøldið fara tey í Aldubáruni at framføra verk eftir fleiri ymisk altjóða tónaskøld:
LIU Qiqi (China, Chengdu Section)
Tryggvi Þór Pétursson (Iceland)
Jordan Nobles (Canada)
Kári Bæk (Faroe Islands)
Harímillum verður eisini eitt nýskrivað verk eftir okkara lokala tónaskald, Simonu Eivinsdóttir, framført á fyrsta sinni.
Um Simonu, og hennara verk sigur ISCM:
Simona Eivinsdóttir is a composer, musician and singer from Klaksvík, Faroe Islands. Her first work, “Tøgn”, a string quartet in three movements, premiered in 2022 in Tórshavn by “Aldubáran”. She has since then written for brass band and percussion, “Stuttligt”, a duet for violin and piano, “Verður tú verandi?” and a solo violin piece, “Dansa bara”. Her most recent work, the sinfonietta “Livandi hjarta” is a commissioned work to be premiered by Aldubáran at the World New Music Days 2024 in the Faroe Islands.
Um verkið sigur Simona sjálv:
“Mín fyrsti íblástur til hetta verkid, bílagt til Aldubáruna, var at royna at fáa tey ymisku ljódførini at trína fram og eisini spæla saman í ymiskum samansetingum. Eitt slag í senn, leiðir hjartað, eins og tónleikurin, okkum ígjøgnum ymiskar tíðir í okkara lívi.”
Livandi hjarta
hjarta hevur altíð okkurt at siga
skiftandi tónar til skiftandi tíðir
lættir og lívgandi – eisini lágir
men altíð livandi
á hjarta sum kann sveima í sælu og syngjandi syrgja
hjartaliga sláa skiftandi tónar til skiftandi tíðir
til taktir og trætir troystar og trívir í tónan
sum saman í sóma syngur sítt livandi lag
————————————————————
Living heart
the heart always has a say
shifting sounds for shifting seasons
light and life-giving – as well as low
but always living
oh heart that can blissfully soar and sorrowfully sing
beating heartily shifting sounds for shifting seasons
in feasts and feuds finds solace sounds the note
and united sings its living anthem
“My starting inspiration for this commissioned work for Aldubáran was to try to make the various instruments stand out as well as come together in various combinations. One beat at a time the heart as well as the music leads us through various times is our life.”
————————————————————