Útgávukonsert: Benjamin Rajani
22. januar 2027, 20:00 - 22:00

6. novembur 2026 kemur nýggja plátan Onkustaðni er ein viðarlund út – ein pláta við 10 føroyskum sangum, sum taka støði í at vera ungur í dagsins samfelagi við øktari individualisering og trýsti. Sangirnir snúgva seg eisini lýðing, um at finna út av hvør mann er, og hvat mann vil í lívinum, um trúgv og um at finna sín veg í øllum hesum.
Í samband við útgávuna verður útgávukonsert í Varpinum, har nýggja plátan verður framførd við fullum tónleikabólki. Eisini verða onkrir av kendu sangunum frá fyrstu plátuni Tá hvørt ljós líkist tær – sum fekk 10 stjørnur í Kvørnini hjá KVF og varð tilnevnd “Ársins útgáva” á FMA 2025 – at hoyra.
Atgongumerkjasølan byrjar í næstum.