Stongt um jólini
Varpið verður stongt frá 19. des. til 6. januar 2026, tá Opin Pallur verður. Skrivstovan verður stongd allan januar.
Varpið verður stongt frá 19. des. til 6. januar 2026, tá Opin Pallur verður. Skrivstovan verður stongd allan januar.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM fara vit at kjósa tey bestu úr føroyskum ítrótti fyri 2025 - umframt Heiðursskjal Poul E Petersen. Fyriskipari er ÍSF. SKRÁIN: Kl. 19.15: Dyrnar lata upp. Kl. 20-22: ÍtróttaFAGNAÐUR er í stóra salinum í Varpinum. Sendingin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum. Eydna […]
Hvussu kann eitt demokratiskt, opið samfelag verja seg sjálvt, sín samleika og síni virði í eini tíð við nógvari tilflyting. Hetta tosa Frederik Vad, Bjørn Brandenborg og Sjúrður Skaale um týskvøldið 10. februar í Varpinum. Í sambandi við at útlendingamál eru á dagskránni í Føroyum hevur Sjúrður Skaale boðið Bjørn Brandenborg og Frederik Vad úr […]
Norðoya Listafelag hevur framsýning í foyerinum í Varpinum á Torradøgunum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag. Framsýningin er opin mánadagin 16. – leygardagin 21. februar 2026 kl. 14:00-16:00. Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf
Fyrilestur um føroyskan fugl Hvat er serstakt? - Hvussu er gongdin hjá fuglastovnum? Silas Olofson og frálíku myndir hansara greiða fra fuglinum. Árinið á náttúruna við tunnilsverkætlanina til Suðuroyar, verður eisini komið inn á. Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf
GG! Tiltakið er tíverri avlýst. Fiskivinnukjak Politikarar, landsstýrisfólk saman við fólki frá fiskivinnuni venda trupulleikum og møguleikum í fiskivinnuni – eisini hvussu til ber at tillaga lóggávuna til tað besta fyri fiskivinnuna, eins og útflutningin av hesi fyrsta flokks vøru. Tað er samstundis at fegnast um, at útróðrarflotin hevur havt eina rættiliga góða byrja uppá […]
VISIT NORTH skipar fyri Ferðavinnudegi hósdagin 19. feb. í Varpinum. "Vit vilja fegin vísa tykkum alt tað spennandi vit hava at bjóða í Norðoyggjum, tí bjóða vit føroysku ferðavinnuni – ferðaleiðarum, frontline á hotellum, incoming, outgoing, ja snøkt sagt øllum, sum hava áhuga í tí vit hava at bjóða – til ein ferðavinnudag í Varpinum." […]
Fyrilestur: Sindur um sild Bogi Simonsen, sølumaður á North Pelagic Hví er sild høgt í metum í nørkum londum og ikki í ørðum? Sild partur av okkara matmentan, men ikki aðrastaðir í Evropa Sildasøguni í Europa og teir ymsu marknaðirnir, nú eru. Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf
Sunnukvøldið 22. februar kl. 20 verður klassisk konsert í Varpinum við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygil. Á skránni verða: Violinsonata av Ludvig van Beethoven (1770 - 1827) nr. 1 og César Franck (1822 - 1890), báðar í A- Dur, tvær veruligar perlur í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri Violin og klaver. […]
"Dissonansur í tónleiki og tilveru" er ein tónleikafyrilestur. Klaverleikarin Polina Fradkina samskiftir við áskoðararnar og tosar um tónleik gjøgnum sosiologi, søgu og sálarfrøði, samstundis sum hon framførir verk úr klassiskum tónleiki. POLINA FRADKINA er pianistur, fødd í Russlandi og búsitandi í Danmark. Hon hevur framført sum solistur á altjóða festivalum og konsertum og hevur givið út […]
GG! Leikurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð. Det Ferösche Compagnie fer á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie. Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er eitt intenst drama úr rættarsalinum, og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. besta handrit. Vit fylgja sakførarunum Tessu Ensler, sum hevur bart […]
OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna. Á skránni verða ariur, duettir og kórverk úr kendum operum, á bæði týskum, fronskum, italskum og enskum - men eisini við spildurnýggjum, føroyskum týðingum. Harumframt verða stuttligar frásagnir og sjónleikainnsløg. Solistar verða Birita Adela Davidsen og Herfinnur Árnafjall, saman við Klaksvíkar Manskóri, báðum skúlakórunum á Skúlatrøð og […]