Flygil-fagnaður í Varpinum
Fyri at hátíðarhalda stórfingnu gávuna, sum Varpið hevur fingið frá góðum stuðlum, bjóða vit til flygil-fagnað sunnudagin 20.okt. Konsertin, við nýggja Steinway flyglinum í miðdeplinum, verður eitt fjølbroytt bland av verkum, framførd av dugnaligum tónleikarum. Tiltakið er alment og ókeypis. Kortini er neyðugt at tryggja sær pláss frammanundan, við at keypa atgongumerki, fyri 0 krónur […]