Palltónlistaverkið Regin smiður
Regin smiður - Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg. Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan. Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini […]