Tiltøk
-
-
-
Norðoyastevnukafé í Varpinum
Á Norðoyastevnu fara bóndahjúnini Uppi á Gørðum, Steinvør Fonn og Levi Joensen hava Norðoyastevnukafé í Varpinum alt vikuskiftið! Tey borðreiða við leskiligum breyði og nýskornum føroyskum viðskera; Turt kjøt, trøllaostur og kjøtpylsa. Norðoyastevnukaféein er opin: Fríggjadag frá kl.16-24 Leygardag frá kl.13 og til alt er uppi. Sunnudag frá kl.14 og til alt er uppi.
-
75 ára hátíðarhald og konsert
5. mai 2025 vórðu 75 ár liðin, síðan Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað. Føðingardagurin verður hildin 30.mai, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, við einari konsert í Varpinum kl. 19.00. Á skránni verður ein tíma lang konsert við Klaksvíkar Hornorkesturi undir leiðslu av Fionu Parker. Serligur gestur verður skotin Alan Fernie, sum er víðakendur tónasmiður innan horntónleik. Hann hevur […]
100 kr. -
Norðoyastevnukonsert við Terja Rasmussen Band
Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni, Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar Føroya fólki á konsert í mai mánað. Og 30.mai, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, verður konsert í Varpinum í Klaksvík. Og forkunnugt verður tað, tí Terji og hansara manning fara umframt at spæla […]
220 kr. -
-
Gandafloytan fyri børn 1.juni kl.16
“Gandafloytan” eftir Mozart er millum kendastu og populerastu operurnar í heiminum, og á tremur við góðum tónleiki. Vit hitta prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, Fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar og øll hini í Gandaskóginum. Birita Adela hevur umskrivað operuna til stuttsøgu, sum hon lesur, meðan 8 fittar Operettur syngja og spæla. Sýningin er […]
50 kr. -
Gandafloytan fyri børn 1.juni kl.18
“Gandafloytan” eftir Mozart er millum kendastu og populerastu operurnar í heiminum, og á tremur við góðum tónleiki. Vit hitta prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, Fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar og øll hini í Gandaskóginum. Birita Adela hevur umskrivað operuna til stuttsøgu, sum hon lesur, meðan 8 fittar Operettur syngja og spæla. Sýningin er […]
50 kr. -
-
-
Laura Farré Rozada – klaverkonsert
Í samstarvi við Summartónar 2025 bjóðar Varpið til forkunnuga klaver-konsert, tá Laura Farré Rozada úr Katalonia, vitjar í Klaksvík. Hetta verður ein sjáldsom uppliving, har vit fáa høvið til at hoyra eina heimsstjørnu spæla uppá okkara nýggja Steinway-flygil. At Laura Farré Rozada er ein væl lýddur pianistur um allan heim, ber hennara imponerandi CV boð […]
100 kr. -
“EKKÓ” – konsert við Kwartludium
EKKÓ er ein konsert, har pólski bólkurin Kwartludium spælir nýggjan føroyskan tónleik. Fimm tónaskøld av ymiskum ættarliðum (Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Kristian Blak, Unn Paturson, Andras Ellendersen) vórðu bjóðað at skriva eitt verk fyri violin, klaver, klarinett og slagverk við íblástri frá temanum vistfrøði og menniskjans viðurskifti við náttúruna. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at […]
100 kr. -
-
FC Neman Grodno – KÍ
Hóskvøldið 14.august kl.19, fer Varpið at vísa stórdystin á stórskíggja. Tað er neyðugt við tekning til tiltakið, so vit vita hvør og hvussu nógv koma. Tekning til tiltakið fer fram við at keypa atgongumerki her. Kostnaður 100 kr. vaksin og 50 kr. børn.
100 kr. -
Fiskivinnuting – um fiskivinnupolitikk og støðufesti
Í kvøld kl. 19.30 verður bjóða inn til Fiskivinnuting í Varpinum í sambandi við Sjómannadagarnar. Føroyskur fiskivinnupolitikkur hevur verið ein kastibløka seinastu mongu árini, har skiftandi samgongur hava stríðst um at ávirka førda politikkin. Hetta hevur elvt til, at eitt ótal av broytingum hava verið til viðgerðar í teimum lógum, sum hava verið galdandi síðan […]
Ókeypis -
Silvitni – konsert
Silvitni er eitt lítið føroyskt kvinnukór. Tað var Cinthia González Parada, sum í 2020 savnaði ein lítlan bólk av kvinnum, sum allar brenna fyri kórsangi. Endamálið var at stovna eitt kór, sum var til reiðar at takast við fjølbroyttan og avbjóðandi tónleik. Tónleikaskráin fevnir vítt og er sett saman av klassiskum og nútímans tónleiki úr […]
100 kr.