Frændur – EYKAKONSERT
FLÚGVA FAGRIR FUGLAR Frændur 40 ára fagnaðarkonsert Frændur er nakað serligt í føroyskari søgu. Sangirnir eru fólkaogn her á landi. Teir liva, og savna bæði ung og gomul. Tann góði tónleikurin kennir onki mørk. Og orðini vaksa vilt og vakurt á tíni leið.