Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Stórt og jólaligt Stuðulstiltak

    Stórt og jólaligt Stuðulstiltak til frama fyri heimleysar armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh. SKRÁ: •    Sjúrður Skaale greiðir frá sínum vitjanartúri í Armenia. •    Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno Karabakh, sum sjálvur mátti flýggja saman við 120.000 øðrum í september 2023, deilir sína rørandi søgu um flóttan. •    Irina Hayrapetyan, armenskur klaverleikandi á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn, […]

    Ókeypis
  • Norðoya Listafelag 40 ár

    Í ár eru tað 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað, og í tí sambandi verður skipað fyri móttøku í Varpinum hin 21. novembur kl. 17:00. Gleð teg til listaframsýning, røður, tónleik og ein góðan kaffimunn afturvið! Meira verður at frætta seinni... Øll eru hjartaliga vælkomin!

    Ókeypis
  • Country-gospel kafékonsert hjá Eyðuni Jacobsen

    Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving. Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum. Atgongumerkini kosta 250 kr, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú […]

    250 kr.
  • REINHOLD FRIEDRICH BRASS QUINTET

    REINHOLD FRIEDRICH BRASS QUINTET er ein tónleikabólkur samansettur av nøkrum av fremstu hornspælarum í Evropa. Á konsertskránni í Varpinum 23.nov eru kend verk eftir Thorvald Hansen, Carl Nielsen, John Dowland, Frederic Devreese, Vivaldi, Malcolm Arnold og The Beatles. Atgongumerkini verða sett til sølu í næstum.    

    125 kr. – 245 kr.
  • Teitur bjóðar til Jólakonsert

    Um jóltíðir bjóðar sangarin og tónasmiðurin Teitur til eina serstaka jólakonsert, bæði í Keypmannahavn og Klaksvík. Við sínum orðum og ljómi lovar hann eitt kvøld við nærveru, lekjandi tónleiki og jólahýri - bæði við siðbundnum Teitur løgum eins og nýggjari tónleik millum annað frá nýggju jólaútgávuni Yule. Gamalt var at Teitur hevði jólakonsert í Spaniastovu […]

    345 kr. – 395 kr.
  • Bókaframløga: Tólv Árstíðarsálmar

    Tólv árstíðarsálmar Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm­arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur […]

    Ókeypis
  • Stongt um jólini

    Varpið verður stongt frá 19. des. til 6. januar 2026, tá Opin Pallur verður. Skrivstovan verður stongd allan januar.    

  • ÍtróttaFAGNAÐURIN

    ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM fara vit at kjósa tey bestu úr føroyskum ítrótti fyri 2025 - umframt Heiðursskjal Poul E Petersen. Fyriskipari er ÍSF. SKRÁIN: Kl. 19.15: Dyrnar lata upp. Kl. 20-22: ÍtróttaFAGNAÐUR er í stóra salinum í Varpinum. Sendingin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum. Eydna […]

    250 kr. – 750 kr.
  • Hvat kunnu Føroyar læra av donskum útlendingapolitikki?

    Hvussu kann eitt demokratiskt, opið samfelag verja seg sjálvt, sín samleika og síni virði í eini tíð við nógvari tilflyting. Hetta tosa Frederik Vad, Bjørn Brandenborg og Sjúrður Skaale um týskvøldið 10. februar í Varpinum. Í sambandi við at útlendingamál eru á dagskránni í Føroyum hevur Sjúrður Skaale boðið Bjørn Brandenborg og Frederik Vad úr […]

    Ókeypis
  • TORRADAGAR: Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk

    Norðoya Listafelag hevur framsýning í foyerinum í Varpinum á Torradøgunum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag. Framsýningin er opin mánadagin 16. – leygardagin 21. februar 2026 kl. 14:00-16:00.   Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis
  • TORRADAGAR Fyrilestur: “Silas og fuglarnir”

    Fyrilestur um føroyskan fugl Hvat er serstakt? - Hvussu er gongdin hjá fuglastovnum?                      Silas Olofson og frálíku myndir hansara greiða fra fuglinum. Árinið á náttúruna við tunnilsverkætlanina til Suðuroyar, verður eisini komið inn á.   Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis