Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • FERÐAVINNUDAGUR

    VISIT NORTH skipar fyri Ferðavinnudegi hósdagin 19. feb. í Varpinum. "Vit vilja fegin vísa tykkum alt tað spennandi vit hava at bjóða í Norðoyggjum, tí bjóða vit føroysku ferðavinnuni – ferðaleiðarum, frontline á hotellum, incoming, outgoing, ja snøkt sagt øllum, sum hava áhuga í tí vit hava at bjóða – til ein ferðavinnudag í Varpinum." […]

    Ókeypis
  • TORRADAGAR Fyrilestur: Sindur um sild 

    Fyrilestur: Sindur um sild Bogi Simonsen, sølumaður á North Pelagic  Hví er sild høgt í metum í nørkum londum og ikki í ørðum?  Sild partur av okkara matmentan, men ikki aðrastaðir í Evropa  Sildasøguni í Europa og teir ymsu marknaðirnir, nú eru.    Sí annars alla Torra-skránna her: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/4a779cc243219badea3c0ae4d327c3e53250bd5d.pdf

    Ókeypis
  • TORRADAGAR: Torra-Konsert

    Sunnukvøldið 22. februar kl. 20 verður klassisk konsert í Varpinum við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygil. Á skránni verða:  Violinsonata av Ludvig van Beethoven (1770 - 1827) nr. 1 og César Franck (1822 - 1890),  báðar í A- Dur, tvær veruligar perlur í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri Violin og klaver.   […]

  • Konsert-fyrilestur “Dissonansur í tónleiki og tilveru”

    "Dissonansur í tónleiki og tilveru" er ein tónleikafyrilestur. Klaverleikarin Polina Fradkina samskiftir við áskoðararnar og tosar um tónleik gjøgnum sosiologi, søgu og sálarfrøði, samstundis sum hon framførir verk úr klassiskum tónleiki. POLINA FRADKINA er pianistur, fødd í Russlandi og búsitandi í Danmark. Hon hevur framført sum solistur á altjóða festivalum og konsertum og hevur givið út […]

    100 kr.
  • PRIMA FACIE – í miðhøllini á Skúlatrøð

    GG! Leikurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð. Det Ferösche Compagnie fer á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie. Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er eitt intenst drama úr rættarsalinum, og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. besta handrit. Vit fylgja sakførarunum Tessu Ensler, sum hevur bart […]

    200 kr.
  • Operaperlur – klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna

    OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna. Á skránni verða ariur, duettir og kórverk úr kendum operum, á bæði týskum, fronskum, italskum og enskum - men eisini við spildurnýggjum, føroyskum týðingum. Harumframt verða stuttligar frásagnir og sjónleikainnsløg. Solistar verða Birita Adela Davidsen og Herfinnur Árnafjall, saman við Klaksvíkar Manskóri, báðum skúlakórunum á Skúlatrøð og […]

    50 kr. – 100 kr.
  • Operaperlur – klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna

    OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna. Á skránni verða kendar ariur, duettir og kórsatsir úr ymiskum operum, stuttligar søgur og sjónleikainnsløg, ætlað til alla familjuna. Sungið verður á bæði italskum, fronskum, enskum og týskum, men eisini verða spildurnýggjar týðingar at hoyra. M.a. fer Klaksvíkar Manskór at syngja ein sang úr operuni “Flúgvandi Hálendingurin” […]

    50 kr. – 100 kr.
  • Kvinnudagur og kvinnukórkonsert: Suð, Silvitni, Fljóðljóð – og Operetturnar

    Hóskvøldið 5. mars kl. 20:00 verður felagskonsert við trimum kvinnukórum í Varpinum: Suð, Silvitni og Fljóðljóð. Kórini syngja fyrst eina stutta sangskrá hvør sær á umleið 10 min., og eftir steðgin, har høvið verður at keypa kaffi og dessert, syngja kórini eina fjølbroytta sangskrá saman. Suð er kór úr Klaksvík. Kórið syngur eitt bland av […]

    250 kr.
  • Hiphop fyri børn

    Hiphop-skeið fyri børn, har tú lærir nýggjar, kular seriur, og eisini, hvussu tú sjálv/ur samansetur eina koreografi. Diana er professionellur dansari og koreograf. Hon undirvísir í hiphop í Dansifrøi, og so hevur hon gjørt koreografi til m.a. "Julius í Likkudali" og "Hevur tú sæð Carmen?" Fyri børn 7-12 ár frá kl. 15:00-16:00 (Broyting: holdini 7-9 […]

    50,00 kr.
  • Hiphop KVINNUR 30+

    Leygardagin 7. mars verður KVINNUKVØLD í Varpinum, við nógvum ymiskum spennandi á skránni. Í hesum sambandinum verður eisini HIPHOP fyri KVINNUR 30+ við Dianu J. Hansen. Diana J. Hansen er professionellur dansari og koreograf. Hon undirvísir m.a. í hiphop í Dansifrøi og er ein av stigtakarunum til DansiEksperimentið. Kom við til ein festligan og upplyftandi […]

    50 kr.
  • KVINNUR Í POLITIKKI – framløgur, sofaprát og tónleikaframførslur

    Kvinnukvøld í Varpinum Í samstarvi við Demokratia skipar Varpið fyri stórum kvinnukvøldið leygarkvøldið 7.mars. Yvirskipaða evnið er ”Kvinnur í politikki». Tiltakið byrjar 7.mars kl.21, og endar ikki fyrr enn út á náttina, 8.mars. Røður, framløgur, tónleikaframførslur, sofa-prát, kjak. Haraldsen diskar niðri í forsalinum frá kl.23, og tá er ókeypis atgongd. GG: Menn er sjálvandi eisini […]

    100 kr.
  • HARALDSEN diskar alla nátt

    Í samband við Kvinnukvøldið, fáa vit vitjan av HARALDSEN, sum er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni. Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. HARALDSEN er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar […]