EYKAKONSERT: Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á […]