Vinnudagurin hjá Klaksvíkar Kommunu
Fríggjadagin 27. September skipar Klaksvíkar kommuna fyri einum vinnudegi. Vinnudagurin verður hildin í Varpinum frá kl. 12-16, og er fyri allar vinnuaktørar í kommununi, størri sum smærri fyritøkur. Á skránni verða m.a. framløgur um búskap, burðardygga menning, mentorskipanir og leiðslu.