Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Claus Meyer um burðardygga matgerð í stórkøkum

    Fríggjadagin 4.oktobur bjóða Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin til hugkveikjandi dag við virkna og slóðbrótandi danska kokkinum, Claus Meyer, í Klaksvík. Í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr Norðurlondum skrivaðu undir nýnorðurlendska matmanifestið, sum í stóran mun birti í stóra áhugan […]

    250 kr.
  • Papageno & Gandadrykkurin 12-15.okt

    Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg ✨ Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini. Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt. Prinsurin Tamino […]

    100 kr.
  • Flygil-fagnaður í Varpinum

    Fyri at hátíðarhalda stórfingnu gávuna, sum Varpið hevur fingið frá góðum stuðlum, bjóða vit til flygil-fagnað sunnudagin 20.okt. Konsertin, við nýggja Steinway flyglinum í miðdeplinum, verður eitt fjølbroytt bland av verkum, framførd av dugnaligum tónleikarum. Tiltakið er alment og ókeypis. Kortini er neyðugt at tryggja sær pláss frammanundan, við at keypa atgongumerki, fyri 0 krónur […]

    Ókeypis
  • Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

    Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Varpinum, har greitt verður nærri frá um, hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040. Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð […]

    Ókeypis
  • Mentanarvirðislønir landsins 2024

    Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk. Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva landsins, […]

    Ókeypis
  • Móttøka – Húsarhaldsskúlin 50 ár

    Í samband við at Húsarhaldsskúli Føroya verður 50 ár, verður almenn móttøka og forvitnislig framsýning í Varpinum. Á skránni eru røður, tónleikur og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.    

    Ókeypis
  • Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum

    Elin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er seinna partur av orðabókagreipuni, sum farið varð undir í 2018. Hetta stórverkið hevur hon fullfíggjað saman við mammu síni Lenu. Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forsalinum í Varpinum í Klaksvík tann 30 […]

    Ókeypis
  • Valkafé í Varpinum

    Fyrr hava politisku flokkarnir havt sínar egnu valkaféir, ymiska staðni runt í býnum. Men fram ímóti komandi býráðsvali, hava allir flokkar gjørt av, at hava felags valkafé í Varpinum. Tiltøkini eru eitt samstarv millum Norðlýsið, lokalfeløgini og Varpið. Hetta verður skipað á tann hátt, at hvør flokkur hevur sítt egna øki, og allir flokkar hava […]

    Ókeypis
  • Politisk kafé fyri 7-9.flokk

    Týsdagin 5. november - sama dag sum stóri valfundurin verður í Varpinum, skipar næmingaráðið í hádeildini á Skúlatrøð fyri politiskari kafé í Varpinum, millum kl.13.30 og 15.30. Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki, soleiðis at tey betur skilja tað, sum fer fram í samband við eitt nú býráðsvalið. Við teirra egnu orðum […]

    Ókeypis
  • Almennur valfundur í Varpinum

    Tyskvøldið 5.nov kl.19 skipa Norðlýsið, valfeløgini í Norðuroyggjum og Varpið fyri stórum almennum valfundi í stóra salinum. Av tí at hetta verður einasti almenni valfundurin til býráðsvalið og at tað eru so nógv ymisk øki at kjakast um, so er semja um, at fundurin verður drúgvur. Áhoyrararnir fáa høvið at seta valevnunum spurningar. Øll eru […]

    Ókeypis
  • Hallur kemur hoym!

    Fríggjakvøldið 8.nov hevur countrykongurin Hallur Joensen stóra konsert í Klaksvík. Við sær á pallin hevur hann spennandi gestirnar Jessicu Hallursdóttir, Kristinu Bærendsen og Sámal Ravnsfjall. Vit eru sera glað fyri at Hallur vitjar Varpið, og vit gleða okkum til at uppliva hvat hendir, tá ein framúrskarandi tónleikari møtir einum framúrskarandi konserthúsi. Í Klaksvík er Hallur […]

    450 kr.