Týskvøldið 1.august kl.20 skipa Summartónar og Mentanarhúsið Varpið fyri forkunnugari konsert, á Skúlatrøð í Klaksvík Tá fáa vit høvið at hoyra tenorin Ernst Sondum Dalsgarð og klaverleikaran Søren Johannsen framføra megnarverkið «Fólk í Huganum», eftir Christian Matras, sum tónaskaldið Paula í Sandagerði hevur smíðað tónleikin til. Umframt "Fólk í huganum " framføra teir eisini verk […]