Operaperlur – klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna
28. februar, 18:00 - 19:00
50 kr. – 100 kr.
OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna.
Á skránni verða ariur, duettir og kórverk úr kendum operum, á bæði týskum, fronskum, italskum og enskum – men eisini við spildurnýggjum, føroyskum týðingum. Harumframt verða stuttligar frásagnir og sjónleikainnsløg.
Solistar verða Birita Adela Davidsen og Herfinnur Árnafjall, saman við Klaksvíkar Manskóri, báðum skúlakórunum á Skúlatrøð og Operettunum hjá Opera.fo. Polina Fradkina hevur klaverfylgispælið, og Annfinnur Heinesen verður vertur.
Framførslurnar verða:
Ley. 28/2-26 kl. 18:00
Sun. 1/3-26 kl. 18:00