75 ára hátíðarhald og konsert
5. mai 2025 vórðu 75 ár liðin, síðan Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað. Føðingardagurin verður hildin 30.mai, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, við einari konsert í Varpinum kl. 19.00. Á skránni verður ein tíma lang konsert við Klaksvíkar Hornorkesturi undir leiðslu av Fionu Parker. Serligur gestur verður skotin Alan Fernie, sum er víðakendur tónasmiður innan horntónleik. Hann hevur […]