Norðoyastevnukafé í Varpinum
Á Norðoyastevnu fara bóndahjúnini Uppi á Gørðum, Steinvør Fonn og Levi Joensen hava Norðoyastevnukafé í Varpinum alt vikuskiftið! Tey borðreiða við leskiligum breyði og nýskornum føroyskum viðskera; Turt kjøt, trøllaostur og kjøtpylsa. Norðoyastevnukaféein er opin: Fríggjadag frá kl.16-24 Leygardag frá kl.13 og til alt er uppi. Sunnudag frá kl.14 og til alt er uppi.