Frumsýning: Tá týskurin bumbaði Klaksvík
Frumsýning í Varpinum: Tá týskurin bumbaði Klaksvík Í oktober 1941 kom seinni heimsbardagi flúgvandi til Klaksvíkar. Tríggjar ferðir lupu týsk bumbuflogfør á skip, skutu við maskinbyrsum, og fýra bumbur sprongdust millum húsini í Vági. Dokumentarurin verður frumsýndur í Varpinum í Klaksvík týskvøldið 20. oktober kl. 19.30 og sendur í sjónvarpinum hóskvøldið 22. oktober. Ókeypis atgongd.