Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Friður á Pallinum!

    Friður á Pallinum!

    Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin "Friður á pallinum!", sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum. Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off", varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London […]

    385 kr.
  • Alla nátt – 50 ár við Hjarnar

    Í meiri enn 50 ár hevur rokkbólkurin Hjarnar sett dagsskránna í Føroyum, og nú verður skipað fyri stórari heiðurskonsert í Varpinum, fríggjakvøldið 7. november, kl.21. Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin krydda við væl kendum […]

    499 kr.
  • EYKAKONSERT – Alla Nátt – 50 ár við Hjarnar

    Í meiri enn 50 ár hevur rokkbólkurin sett dagsskránna í Føroyum, og nú verður skipað fyri stórari heiðurskonsert í Varpinum leygardagin 8. november kl 17 Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin kryddað við væl kendum […]

    499 kr.
  • Stórt og jólaligt Stuðulstiltak

    Stórt og jólaligt Stuðulstiltak til frama fyri heimleysar armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh. SKRÁ: •    Sjúrður Skaale greiðir frá sínum vitjanartúri í Armenia. •    Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno Karabakh, sum sjálvur mátti flýggja saman við 120.000 øðrum í september 2023, deilir sína rørandi søgu um flóttan. •    Irina Hayrapetyan, armenskur klaverleikandi á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn, […]

    Free
  • Norðoya Listafelag 40 ár

    Í ár eru tað 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað, og í tí sambandi verður skipað fyri móttøku í Varpinum hin 21. novembur kl. 17:00. Gleð teg til listaframsýning, røður, tónleik og ein góðan kaffimunn afturvið! Meira verður at frætta seinni... Øll eru hjartaliga vælkomin!

    Free
  • Country-gospel kafékonsert hjá Eyðuni Jacobsen

    Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving. Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum. Atgongumerkini kosta 250 kr, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú […]

    250 kr.
  • REINHOLD FRIEDRICH BRASS QUINTET

    REINHOLD FRIEDRICH BRASS QUINTET er ein tónleikabólkur samansettur av nøkrum av fremstu hornspælarum í Evropa. Á konsertskránni í Varpinum 23.nov eru kend verk eftir Thorvald Hansen, Carl Nielsen, John Dowland, Frederic Devreese, Vivaldi, Malcolm Arnold og The Beatles. Atgongumerkini verða sett til sølu í næstum.    

    125 kr. – 245 kr.
  • Teitur bjóðar til Jólakonsert

    Um jóltíðir bjóðar sangarin og tónasmiðurin Teitur til eina serstaka jólakonsert, bæði í Keypmannahavn og Klaksvík. Við sínum orðum og ljómi lovar hann eitt kvøld við nærveru, lekjandi tónleiki og jólahýri - bæði við siðbundnum Teitur løgum eins og nýggjari tónleik millum annað frá nýggju jólaútgávuni Yule. Gamalt var at Teitur hevði jólakonsert í Spaniastovu […]

    345 kr. – 395 kr.
  • Bókaframløga: Tólv Árstíðarsálmar

    Tólv árstíðarsálmar Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm­arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur […]

    Free
  • Stongt um jólini

    Varpið verður stongt frá 19. des. til 6. januar 2026, tá Opin Pallur verður. Skrivstovan verður stongd allan januar.