Tiltøk
-
-
-
FMA 2025 í Varpinum!
Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya. "Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja […]
-
Útgávukonsert við Benjamin Rajani í Varpinum
Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young. Í mars 2025 útgevur Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”. 12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu […]
-
-
Barnakonsertin 2025
Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið Veiða Vind 4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum. Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen fer at fortelja tykkum ævintýrið Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og […]
-
BAKKA – Ein dokumentarur um Bakkafrost.
Mánadag 7. apríl 2025 kl. 19:00 Tekna teg her Bakkafrost fegnast um at kunna bjóða tær til ókeypis sýning av dokumentarinum ”BAKKA”. Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av eldhugaðu starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og […]
Ókeypis -
Konsert við DANNY & THE VEETOS, Claus Christensen frá Demenskoret & Nordic Music Camp.
Stórt tiltak í Varpinum fríggjadagin 11. apríl. • Konsert við spildurnýggjum tónleiki frá DANNY & THE VEETOS • Claus Christensen frá Demenskoret kemur at hava eina kórløtu • Tónleikarar úr øllum Norðanlondum vísa fram tónleikin, ið tey hava skrivað á Nordic Music Camp á Viðareiði DANNY & THE VEETOS Aftaná at hittið Alright fekk nýtt […]
179 kr. -
Flaggdagshald, føðingardagur og framsýning
Í samband við at KFUM&K skótarnir hava 80 ára føðingardag, verður nógv gjørt burturúr í ár. Nøkur tiltøk verða í Varpinum og skránna síggja tit her:
-
Konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpar 🎵
Ein festlig kórkonsert í Varpinum Leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00 verður ein jalig og festlig konsert í Varpinum. Umframt vakrar og rørandi sangir, verða eisini fleiri jaligir og festligir sangir at hoyra - og inn í millum sangirnar verður eisini lætt undirhald. Talan er um eina konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpum, sum koma […]
110 kr. -
-
-
HipHop í Varpinum (børn 12+ ár)
Hiphop-skeið fyri børn, har tú lærir nýggjar, kular seriur, og eisini, hvussu tú sjálv/ur samansetur eina koreografi. Diana er professionellur dansari og koreograf. Hon undirvísir í hiphop í Dansifrøi, og so hevur hon gjørt koreografi til m.a. "Julius í Likkudali" og "Hevur tú sæð Carmen?" Fyri børn 12 + frá kl. 14.00 – 15.30 Luttøkugjald: […]
50 kr. -
HipHop í Varpinum (9-12 ár)
Hiphop-skeið fyri børn, har tú lærir nýggjar, kular seriur, og eisini, hvussu tú sjálv/ur samansetur eina koreografi. Diana er professionellur dansari og koreograf. Hon undirvísir í hiphop í Dansifrøi, og so hevur hon gjørt koreografi til m.a. "Julius í Likkudali" og "Hevur tú sæð Carmen?" Fyri børn 9-12 ár frá kl. 15.30-17.00 Luttøkugjald: 50kr
50 kr. -
NIARN vitjar Varpið
Týskvøldið 6.mai kl.19 vitjar Niels Roos í Varpinum. Vanliga kenna vit hann á listafólkanavninum NIARN. Niarn er ein kendur danskur rappari, rithøvundur og fyrilesturhaldari, sum kemur at siga frá sínum lívi, sum tónleikari, og sum misnýtari. Tað er viðgerðarstovnurin Frælsið ið hevur fingið hann heim til Føroya, at hava fyrilestur í Varpinum, undir heitinum "Mit […]
Ókeypis