Hevur tú sæð Carmen? 🌹
Vikuskiftið 1-2.februar fær Varpið vitjan av Opera.fo. Talan um ein fittan barnaleik, ein sonevnd pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er gentu-leikbólkurin hjá Opera.fo, "Operetturnar", saman við einum dugnaligum operettukóri úr Klaksvík. Kostnaður fyri atgongumerkini eru 100 […]