Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Búnaðarstevnan 2025

    Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Higartil hava verið fyriskipaðar níggju búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022, februar 2023 og februar 2024. Komandi ár verður vælumtókta Búnaðarstevnan eisini í Varpinum, leygardag tann 15.feb. Meira kunning […]

  • Torradagar í Klaksvík

    Torradagarnir í 2025 verða frá 17. - 22.feb. Hetta er ein árlig afturvendandi mentanarvika hjá Klaksvíkar Kommunu. Í ár er nógv áhugavert á skrá, eisini í Varpinum: Mánakvøldið 17. feb kl. 19.30 hevur veðurfrøðingurin Jesper Theilgaard fyrilesturin: "Hvussu verður veðrið"? Týskvøldið 18. feb. kl. 19.30Sang- og hugnaløta í Varpinum: 17 sangarar og SUÐ - tvey […]

  • Foreldur í einum talgildum heimi

    Í einum heimi, har alsamt fleiri tænastur flyta á netið, veksur skíggjanýtslan hjá børnum og ungum. Samstundis stinga nýggjar avbjóðingar seg upp fyri tey, sum hava ábyrgd av teimum ungu. Vit vilja varpa ljós á, hvussu vit kunnu stuðla eini betri og tryggari skíggjanýtslu í einum alsamt meira talgildum heimi. Føroya Tele skipar fyri tveimum tiltøkum […]

  • Kvinnudagur í Varpinum

    Eru tit klárar til ein kulan kvinnudag 8.mars? Komandi leygardag fara vit at heiðra okkum sjálvar, og hvørja aðra; Vit fara at fagna okkara fyrimyndir og spegla okkum í hvørjum øðrum; Og so fara vit sjálvandi at feira kvinnudagin, við at hava tað mega-hugnaligt saman. Íblástur, Netverkan, Fyrilestrar, Framsýningar, Smálestrar, Sølubásar, Sangur, Móti, Makeup, Havsvimjing, […]

    250 kr.
  • Konsert við Klaksvíkar Tónlistaskúla og Tónlistaskóla Árnesinga

    Forkunnug konsert í Varpinum sunnudagin kl. 16:00 Í fjør fóru næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla á ferð til Íslands, har teir vitjaðu Tónlistaskóla Árnesinga. Næmingarnir hildu, millum annað, frálíka konsert í tónlistaskúlanum á Selfossi, eisini vóru tey í kirkjuni í Skálholti og spældu. Nú koma so floytunæmingar úr Tónlistaskóla Árnesinga at vitja í Klaksvík, og skulu […]

  • Grækarismessuhald

    Grækarismessuhald verður í Varpinum mikudagin 12.mars, kl.17. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Skótalið Nólsoyar Pálls, KFUM & K skótarnar og Klaksvíkar Hornorkestur. Hornorkestrið spælir nøkur løg, vit syngja felagssangir, og Øssur Kjølbro flytir fram røðu. Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.   (MYND: Ólavur Frederiksen 2013)

    Ókeypis
  • FMA 2025 í Varpinum!

    Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya. "Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja […]

  • Útgávukonsert við Benjamin Rajani í Varpinum

    Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young. Í mars 2025 útgevur Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”. 12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu […]

  • Barnakonsertin 2025

    Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið Veiða Vind 4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum. Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen fer at fortelja tykkum ævintýrið Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og […]

  • BAKKA – Ein dokumentarur um Bakkafrost.

    Mánadag 7. apríl 2025 kl. 19:00 Tekna teg her Bakkafrost fegnast um at kunna bjóða tær til ókeypis sýning av dokumentarinum ”BAKKA”.  Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av eldhugaðu starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og […]

    Ókeypis