Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Hiphop KVINNUR 30+

    Leygardagin 7. mars verður KVINNUKVØLD í Varpinum, við nógvum ymiskum spennandi á skránni. Í hesum sambandinum verður eisini HIPHOP fyri KVINNUR 30+ við Dianu J. Hansen. Diana J. Hansen er professionellur dansari og koreograf. Hon undirvísir m.a. í hiphop í Dansifrøi og er ein av stigtakarunum til DansiEksperimentið. Kom við til ein festligan og upplyftandi […]

    50 kr.
  • KVINNUR Í POLITIKKI – framløgur, sofaprát og tónleikaframførslur

    Kvinnukvøld í Varpinum Í samstarvi við Demokratia skipar Varpið fyri stórum kvinnukvøldið leygarkvøldið 7.mars. Yvirskipaða evnið er ”Kvinnur í politikki». Tiltakið byrjar 7.mars kl.21, og endar ikki fyrr enn út á náttina, 8.mars. Røður, framløgur, tónleikaframførslur, sofa-prát, kjak. Haraldsen diskar niðri í forsalinum frá kl.23, og tá er ókeypis atgongd. GG: Menn er sjálvandi eisini […]

    100 kr.
  • HARALDSEN diskar alla nátt

    Í samband við Kvinnukvøldið, fáa vit vitjan av HARALDSEN, sum er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni. Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. HARALDSEN er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar […]

  • Grækarismessuhald

    Grækarismessudag, 12. mars kl.17, verður skipað fyri grækarismessuhaldi í Varpinum. Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM&K skótarnir í Klaksvík skipa fyri, Klaksvíkar Hornorkestur spælir, Per Jacobsen heldur røðu, Hans Hjalti Skaale o.o. standa fyri felagssangi. Aftaná tiltakið verður ein drekkamunnur at fáa. Møtið fjølment!

  • Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

    Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava.  Eli Tausen á Lava er virkin […]

    365 kr.
  • Almennur valfundur í Varpinum

    Sunnukvøldið 22. mars kl 19.30 skipar Norðlýsið fyri almennum valfundi í samband við løgtingsvalið Lokalu valevnini luttaka. Valfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum - nordlysid.fo Í samband við valið verður skipað fyri valkafé í Varpinum, har allir flokkar luttaka við hvør sínari kafé. Hetta er sami leistur sum til býráðsvalið í 2024. Byrjað verður […]

    Ókeypis
  • Havnarkórið: Große Messe í f-moll eftir Anton Bruckner

    Havnarkórið fyllir 60 ár Kórið varð stovnað við ársbyrjan i 1966. Sigst at Útvarpskórið (seinni Havnarkórið) hevði sína fyrstu konsert 12. mars 1966 kl 17.00. Kórið hevur nærum øll árini verið eitt av lokomotivinum í føroyskum kórsangi. Samstørvini við stórar kórmenn sum Karl Clausen, Vagn Holmboe, Willi Gohl, John Høbye og nógvar aðrar, hevur ment […]

    150 kr.
  • Aðalfundur – Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík – Varpið

    Ársfundur verður í Varpinum fríggjadagin 10. apríl kl. 15:00 Varpið hevur verið sera væl vitjað og nógv brúkt til ymisk størri og smærri tiltøk. Umleið 600 tiltøk hava verið í Varpinum, síðani dyrnar lótu upp í oktober 2023. Bara í 2025 vóru umleið 270 tiltøk, av øllum handa slagi, m.a. konsertir, sjónleikir, framsýningar, fyrilestrar, vinnutiltøk, […]

  • Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum

    Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á […]

    495 kr.
  • EYKAKONSERT: Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum

    Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á […]

    495 kr.
  • Espen Berg Trio

    Espen Berg Trio er kanska tann mest spennandi jazz-trio'in úr Noregi í dag. Síðan teirra fyrstu útgávu í 2014, hava Espen Berg (klaver), Bárður Reinert Poulsen (bass) og Simon Albertsen (trummur) etablerað seg sum ein tann mest kenniliga klavertrioin í evropeiskum jazzi. Teir hava ferðast runt í Evropa, Japan, Kina og India, spælt útseldar konsertir […]

    100 kr.