Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Listaframsýning hjá Lydiu Petersen 3. – 7. juni

    Í døgunum 3. til 7. juni hevur Lydia Petersen listaframsýning í Varpinum. Á søluframsýningini verða yvir 30 verk, tey flestu akryl málningar og so abstraktar akvarel/mix media myndir. Lydia hevur verið sera virkin, og hevur málað nógv tey seinastu mongu árini. Hon var fyrstu ferð við á framsýning á Norðoyastevnu í 1989, og síðani á […]

    Ókeypis
  • Tónleikur og list í Varpinum

    Fríggjadagin 7. Juni, kl. 16.30, fer "Eysturoyar Strúkitrio" at framføra vakran tónleik í Varpinum. Konsertin verður í forsalinum, har listakvinnan Lydia Petersen í hesum døgum sýnir fram sínar litríku og lívsglaðu myndir. Tey sum framføra eru Monika Stauss Joensen, violin, Jona Højgaard, viola og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Hesi eru kend andlit í tí klassiska […]

    Ókeypis
  • World New Music Days 2024 – konsert

    Fríggjakvøldið 28.juni kl.19 fer føroyska Ensemble Aldubáran at hava eina serstaka konsert í Varpinum. Hetta er í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music skipar fyri. ISCM er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, sum arbeiða fyri at fremja og framføra samtíðar tónleik.  Hetta kvøldið fara tey […]

    125 kr.
  • Showtime

    Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’. Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera- og sangleiks heimin. Hugskotið við […]

    150 kr.
  • Listaframsýning hjá Ellinor Mercedis 7. – 12. juli

    Ellinor Mercedis hevur longu, hóast sín unga aldur, verið virkin listakvinna í fleiri ár. Eyðkendu málningar hennara eru væl umtóktir, og nú vitjar hon Varpið við eini spennandi søluframsýning. Fernisering verður í forsalinum sunnudagin 7. juli kl. 16. Jóhanna Christiansen sigur nøkur orð, og Steintór Rasmussen spælir nøkur løg. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. […]

    Ókeypis
  • Ísraelskur heimildarfilmur og framsýning

    Nýggi Ísraelski dokumentarfilmurin "06:30" eftir Alon Daniel verður sýndur í Varpinum hóskvøldið 29.august. Ísraelski varasendimaðurin í Danmark, Jonathan Lebel, presenterar nýggja dokumentarfilmin um 7. oktober, ið hevur heims-premieru í Føroyum. Í filminum eru frásagnir frá fólki ið yvirlivdu álopini, sum Hamas framdi á NOVA festivalinum og í kibbutzunum í suðurÍsrael tann 7. oktober 2023. Eisini […]

    Ókeypis
  • Óstýriligar kvinnur hava tað stuttligari!

    Emilia Van Hauen vitjar Varpið við fyrilestrinum: "Tak plássið. Frígev hugin og skapandi evnini" Tað er ikki uttan orsøk, at tað var ein óstýrilig kvinna, ið setti á aðru bylgju av donsku #metoo rørlsuni. Hon gjørdi í einum upp við trý økir, ið kvinnur nærmast altíð hava verið mettar eftir: Vakurleika Seksualitet Sosialitet Tær Óstýriligu […]

    185 kr.
  • Konsert við manskórinum DNS

    Varpið gleðir seg til hesa forkunnugu konsertina hjá heimskenda kórinum "Den norske studentersangforening" úr Oslo. DNS er elsta kórið í Noregi. Felagið varð stovnað í 1845, og hevur síðani tá havt ein høvuðsleiklut í menningini av norskari manskórs-siðvenju, og hava teir ferðast og framført um allan heimin.  Konsertin verður fjølbroytt og festlig, og fara teir […]

    185 kr.
  • Yoga í Varpinum

    Í samband við Virkið Heyst hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur Ragnhild Ellingsgaard ein stillan tíma við yoga í Varpinum, kl 18.00 mánadagin 23. septembur. Takið egna yoga-máttu við. Neyðugt er við tekning til tiltakið, á telefonnummar: 270626.

  • LÍVSDYGD, TRIVNAÐUR og UMSORGAN

    „Hvussu skapa vit ein góðan gerandisdag fyri fólk við demenssjúku?“ Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin, sum er í september, skipar Alzheimerfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Varpinum, við Mette Søndergaard. SKRÁ Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum bjóðar vælkomin “Lívsdygd, trivnaður og persónssentrerað umsorgan. Hvussu skapa vit ein gerandisdag við trivnaði – við at motivera og inndraga […]

    100 kr.
  • Tiltak um burðardygga ferðslu

    Landsverk og Klaksvíkar kommuna bjóða til framløgu og kjak um burðardygga ferðslu, í Varpinum hin 25. september 2024 millum klokkan 19.00 og 20.30. Viðgjørt verður, hvussu vit í komandi tíðum kunnu skipa samferðslu og ferðafólkaferðslu burðardyggari. Samferðslukervið í Føroyum er í stóran mun bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er […]