Norðoyastevnukonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri
Fríggjakvøldið á Norðoystevnu verður árliga konsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri í Varpinum. Afturat sær í ár hava tey eina serliga gestavitjan, tí Fuglafjarðar Hornorkestur kemur eisini at framføra. Frásøgufólk verður Jógvan Páll Lassen. Konsertin verður skipað sum ein stuðulskonsert, til frama fyri Varpið.