Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Jólatræið í Klaksvík verður tendrað – Drekkamunnur í Varpinum

    Leygardagin 30. november kl 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað  Marjun Lómaklett, prestur, og Signhild Johannesen, býráðslimur, halda røðu  Klaksvíkar Hornorkestur spælir tónleik  og vit hava frætt at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær Eisini hava teir pakkar við til børnini  Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum  Vit […]

  • Jólalig stuðulskonsert

    1.desembur, fyrsta sunnudag í advent, verður skipað fyri hugnaligari stuðulskonsert, til frama fyri Varpið. Kórini ið framføra verða: Morgunkórið v/Sigrið Sivertsen og Kórið i Christianskirkjuni v/Jóhonnu og Ólavur F. Johannessen. Á skránni verða, umframt jólaligir kórsangir, eisini felagssangir, sum Kristoffur Olsen spælir undir. Konsertin verður 1.des kl.20.00. Høvið verður at keypa smákøkur og kaffi ☕️

    75 kr.
  • Stuðuls jólakonsert

    Vælkomin til konsert mikudagin 4. desember kl 18 við báðum skúlaorkestrunum og Klaksvíkar Hornorkestri Ókeypis atgongd, men høvi verður at stuðla Í menniskjum góður tokki.

  • Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

    Við tí ómetaliga stóra stuðlinum úr Føroyum hevur Mission10forty hjálpt fleiri túsund kristnum armenum úr Nagorno Karabakh. Saman hava vit tryggja at fleiri enn 10.000 armenarar úr Nagorno Karabakh hava fingið hjálp. Tann sera torføra støðan hjá armensku flóttunum merkir, at tey framhaldandi hava stóran tørv á hjálp. Mission10forty hjálpir hesum familjum at tryggja sær […]

    195 kr.
  • Tónlistaskúlin kemur at framføra jólasangir

    Næmingar og lærarar  í Tónlistaskúlanum koma at framføra jólasangir og annan tónleik í Foyerini í Varpinum. Strúkarabólkar, floytur og klaver verða á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina. :)

  • Pílagrímsferðin – Fyrilestur v/Rana Nolsøe í myndum, orðum og tónleiki

    Úr Klaksvík til New Orleans - fyrilestur í myndum, orðum og tónleiki Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, […]

    290 kr.
  • Palltónlistaverkið Regin smiður

    Regin smiður - Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg. Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan. Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini […]

    495 kr.
  • Ein dýrabarur dropi i tíðarhavinum

    HILDA SJEYTI 40 ár í AFRIKA HILDA Stuðuls & HEIÐURS konsert Laila Carlsen, Herborg Torkildsdóttir, Maiken og Simona, Asta Højgaard, Karl Martin, Hervør Sabina, Laila av Reyni,  Bárður av Lakjuni. Atgongumerki á 500 krónur fáast frá Mirjam og á atgongumerki.fo Felagsskapurin Mirjam og Hilda takka fyri allar føðingardagsgávur, sum fara óskerdar til hálpararbeiði í Afrika. Stuðul kann […]

    500 kr.
  • Barnafilms-festivalur – Fríggjadag 17. januar!

    *Við Føroyskari talu! Kl. 16.00: Ernst og Selestina  Uppruna heiti: Ernest et Célestine  Longd: 80 min  Framleiðslu ár: 2012  Land: Frakland  Leikstjóri: Stéphane Aubier, Vincent Patar and Benjamin Renner  Týðing: Jákup Veyhe  Røddir: Jákup Veyhe og Nadia Barbara Abrahamsen  Aldur: 5+  Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina […]