Papageno & Gandadrykkurin 12-15.okt
Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg ✨ Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini. Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt. Prinsurin Tamino […]