Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • Eldrahugni í Varpinum

    Mikumorgun 1.mai kl.10 skipar Eldraráðið í Norðuroyggjum fyri hugnaligari eldrasamkomu í Varpinum. Hetta er í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu. Á skránni er felagssangur, rundvísing og kaffiprát. Ein drekkamunnur verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

    Ókeypis
  • Slow Morning Yoga

    Í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu, skipar Ragnhild Ellingsgaard fyri "Slow morning yoga" í Varpinum, kl.06.30. Byrja dagin stillisliga við varligum rørslum. Takið yoga-máttu við. Neyðugt er við tekning til tiltakið, á telefonnummar: 270626.    

    Ókeypis
  • Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

    Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

    17. og 18. mai verða fagnaðarkonsertir í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík Hetta er eitt høvi at heiðra bólkin, sum gav føroya fyrstu rokkplátu út. Hóast bólkurin bara var virkin nøkur fá ár, so legði hann nógv eftir seg. Tvær singulplátur, eina EP og legendarisku Veðraplátuna. Mest sum alt tilfarið verður væntandi spælt á fagnaðarkonsertunum í […]

  • Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

    Heiðurskonsert fyri Straight Ahead

    17. og 18. mai verða fagnaðarkonsertir í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík Hetta er eitt høvi at heiðra bólkin, sum gav føroya fyrstu rokkplátu út. Hóast bólkurin bara var virkin nøkur fá ár, so legði hann nógv eftir seg. Tvær singulplátur, eina EP og legendarisku Veðraplátuna. Mest sum alt tilfarið verður væntandi spælt á fagnaðarkonsertunum í […]

  • TARIRA konsert í Varpinum

    TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum var hildin í Varpinum í apríl í ár. Mikukvøldið 22. mai kl 20 verður aftur høvið at hoyra TARIRA í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert. Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, […]

    125 kr.
  • Bókaframløga og framsýning

    Norðoyastevnan byrjar við spennandi bókaframløga og framsýning í Varpinum. Paulina Eliasen gevur í næstum út nýggja bók, sum eitur ”Brodering til tann føroyska tjóðbúnan 3”. Í bókini eru 10 nýggj vestamynstur, sum eru gjørd eftir myndum, ið eru av blómum, sum vaksa í hagapartinum á Stóraryggi á Syðradali. Tríggir av vestunum eru gjørdir uppá tveir […]

    Ókeypis
  • Norðoyastevnukonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri

    Fríggjakvøldið á Norðoystevnu verður árliga konsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri í Varpinum. Afturat sær í ár hava tey eina serliga gestavitjan, tí Fuglafjarðar Hornorkestur kemur eisini at framføra. Frásøgufólk verður Jógvan Páll Lassen. Konsertin verður skipað sum ein stuðulskonsert, til frama fyri Varpið.    

    90 kr.
  • Listaframsýning hjá Lydiu Petersen 3. – 7. juni

    Í døgunum 3. til 7. juni hevur Lydia Petersen listaframsýning í Varpinum. Á søluframsýningini verða yvir 30 verk, tey flestu akryl málningar og so abstraktar akvarel/mix media myndir. Lydia hevur verið sera virkin, og hevur málað nógv tey seinastu mongu árini. Hon var fyrstu ferð við á framsýning á Norðoyastevnu í 1989, og síðani á […]

    Ókeypis
  • Tónleikur og list í Varpinum

    Fríggjadagin 7. Juni, kl. 16.30, fer "Eysturoyar Strúkitrio" at framføra vakran tónleik í Varpinum. Konsertin verður í forsalinum, har listakvinnan Lydia Petersen í hesum døgum sýnir fram sínar litríku og lívsglaðu myndir. Tey sum framføra eru Monika Stauss Joensen, violin, Jona Højgaard, viola og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Hesi eru kend andlit í tí klassiska […]

    Ókeypis
  • World New Music Days 2024 – konsert

    Fríggjakvøldið 28.juni kl.19 fer føroyska Ensemble Aldubáran at hava eina serstaka konsert í Varpinum. Hetta er í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music skipar fyri. ISCM er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, sum arbeiða fyri at fremja og framføra samtíðar tónleik.  Hetta kvøldið fara tey […]

    125 kr.