Føðingardagskonsert hjá Jógvan Hansen
Jógvan kemur heim at halda 45 ára føðingardagskonsert, í Varpinum!! Ársins jólagáva til tín sjálvs, og/ella ein tú ert góð/ur við Kostnaður: 540 kr.
Jógvan kemur heim at halda 45 ára føðingardagskonsert, í Varpinum!! Ársins jólagáva til tín sjálvs, og/ella ein tú ert góð/ur við Kostnaður: 540 kr.
Leygarkvøldið 24. feb. verður skipað fyri einum serstøkum Flemmish Cap-kvøldið, har tosað verður um og sagt søgur frá Flemmish Kap. Eisini bjóðar Gutti Winther eina betri Flemish Kap-máltíð, sum verður kallað Bacalao í Varpinum við m.a. saltfiski og øðrum fiskaúrdráttum. Neyðugt er at tekna seg til tiltakið fyri at kunna tillaga matgerðina. Freistin fyri tekningina […]
Vælkomin í Varpið, til eina trífalda kvinnukórskonsert 9. mars! Kórini vilja varpa ljós á kvinnudagin og geva tykkum eitt upplivilsi, har vit í felag kunnu njóta kvinnurøddir. Hetta er ikki ein kapping um, hvat kór syngur best, men ein fagnaður av sangi og kvinnukórum. Kórini koma at syngja í umleið 15 min. í part og […]
Deutches Requiem hjá Brahms – Havnarkórið og orkestur framføra.
RIVA – dansiframførsla
Árliga kórstevnan verdur í Varpinum fríggjadag og leygardag. Komi øll vid.
”Dansk hitlistemusiker var død i fire minutter efter selvmordsforsøg på grund af narkogæld” Hetta var yvirskriftin, tá danska tíðindablaðið Jyllandsposten skuldi lýsa niðurtúrin hjá Kent ”Kenno” Pedersen. Frá 2012-2017 var hann kendur tónleikari í donsku dancehall-duoini Djämes Braun, sum vann fleiri heiðurslønir fyri vælumtókt løg sum t.d. "Kom og giv mig alle dine penge", "Kvinder […]
Fríggjakvøldið 26. apríl verður høvið at hoyra spildurnýggjar sangir, hjá útvaldum norðurlendskum tónlistafólkum. Nordic Music Camp er ein norðurlendsk tónleika-lega, har tónleikarar og sangskrivarar úr øllum norðurlondum skriva nýggjan popptónleik saman. Fyriskiparnir eru Danny Baldursson úr Føroyum, Marie Møller Foged úr Danmark og Janna Yngwe úr Svøríki. Sangirnar vit sleppa at hoyra hava tey skrivað […]
Mánadagin 29. apríl kl. 19.00 byrjar ein forkunnug listaframsýning í Varpinum. Við í framsýningini eru fleiri enn 10 lokal listafólk, sum sýna yvir 30 listaverk fram. Tey, sum sýna fram, eru: Anna Mohr, Armgarð Absalonsen, Bjørg Mohr, Katrin Andreasen, Maria Mørkøre, Monika Ósá, Vera Mørkøre, Archibald Black, Hanus Lind og Hans Jacob Østerø. Øll listaverkini […]
Pallborðsfundir, sofaprát og framløgur, ið snúgva seg um trivnað og menning í Klaksvíkar kommunu, hava seinastu árini verið fastur táttur í Virkið vár/Virkið heyst skránni, og sigast má, at tað hevur eydnast væl at skipa fyri minni og størri fundum, har borgarar, vinna og aðrir áhugapartar hava fingið møguleika at koma til orðanna. Yvirskriftin hesaferð […]
Mikumorgun 1.mai kl.10 skipar Eldraráðið í Norðuroyggjum fyri hugnaligari eldrasamkomu í Varpinum. Hetta er í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu. Á skránni er felagssangur, rundvísing og kaffiprát. Ein drekkamunnur verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu, skipar Ragnhild Ellingsgaard fyri "Slow morning yoga" í Varpinum, kl.06.30. Byrja dagin stillisliga við varligum rørslum. Takið yoga-máttu við. Neyðugt er við tekning til tiltakið, á telefonnummar: 270626.