Tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Í dag
  • PÁLL BRIM – KONSERT

    Mikukvøldið 21. juni verður forkunnug konsert við Páll Brim og hansara bólki. Konsertin, sum er í samstarv við Summartónar 2023, verður á Skúlatrøð í Klaksvík, kl.20. Atgongumerki á 100 kr. verða til keyps við dyrnar. Páll Brim hevur verið virkin innanfyri tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum Danny & […]

    100 kr.
  • Pætur & Úlvurin á Skúlatrøð

    Leygardagin 8.juli kl. 17 verður vælkenda og væl dámda tónleikaævintýrið hjá Sergej Prokofiev framført, í auluni á Skúlatrøð í Klaksvík. Páll Danielsen (sjónleikari) & 6263 Wind Quintet: Anna-Maria Buehler (floyta) (FI/DE) Panu Sivonen (obo) (FI) Guðni Franzson (klarinett) (IS) Margrethe Gabrielsen Lysholm (horn) (NO) Odd Lyngstad (fagott) (NO) PÆTUR OG ÚLVURIN varð skrivað í 1936 […]

  • Fólk í Huganum

    Týskvøldið 1.august kl.20 skipa Summartónar og Mentanarhúsið Varpið fyri forkunnugari konsert, á Skúlatrøð í Klaksvík Tá fáa vit høvið at hoyra tenorin Ernst Sondum Dalsgarð og klaverleikaran Søren Johannsen framføra megnarverkið «Fólk í Huganum», eftir Christian Matras, sum tónaskaldið Paula í Sandagerði hevur smíðað tónleikin til. Umframt "Fólk í huganum " framføra teir eisini verk […]

  • Kamerata Føroyar

    Kamerata Føroyar er eitt verkætlanargrundað kamarorkestur, samansett av amatørum, framkomnum næmingum, og professjonellum tónleikarum. They framføra uttan orkesturleiðara, og eksperimentera við repertoire og útseting fyri ljóðføri. Til júst hesa stuttu konsertina á Skúlatrøð 10.august, fara tey at framføra útvald brot av “Watermusic” hjá Georg Friedrich Händel. Watermusic varð skrivað í 1717 til George kong fyrsta […]

    25 kr. – 50 kr.
  • Tá Føroyar & New York møtast

    Mánakvøldið 4.sept verður ein sera áhugaverd uppliving í Klaksvík Nú føroyingar hava fingið beinleiðis samband til New York, verður bjóðað til konsert, við tónleiki sum á ein ella annan hátt hevur tilknýti til New York. "Vit fara at spæla eitt háromantiskt stórverk - sonatuna fyri sello og klaver eftir Rachmaninov. Rachmaninov, hóast hann verður roknaður […]

    75 kr. – 150 kr.
  • SAGAS and SEASCAPES í Klaksvík!

    Í eini roynd at fagna tónleikaligu og mentanarligu sambondini millum Skotland, Orkney, Írland, Føroyar og Ísland fara bólkarnir Nordic Viola og Aldubáran fyri fyrstu ferð at framføra konsertina "Sagas and Seascapes" í Føroyum. Í konsertini sleppa vit við tónleiki, filmi og málningalist, á eina spennandi ferð gjøgnum norrønar søgur og landsløg. Unga føroyska tónaskaldið Eli […]

    50 kr. – 100 kr.
  • Vælkomið Varpið

    Hósdagin 19. oktobur kl. 17 sleppur almenningurin inn at uppliva nýggja vakra Varpið   Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er um at verða liðugt, og verður skipað fyri einum almennum tiltak í komandi viku. ”Vælkomin í Varpið” byrjar kl. 17.00 – 19.30, við ta stóru trappuna oman til forhøllina, har snórurin eisini verður kliptur, røður hildnar, […]

  • Orphei Drängar og Klaksvíkar Manskór

    Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið 20. okt kl. 20 Sångsällskapet Orphei Drängar varð stovnað fyri næstan 170 árum síðani, 30. oktober 1853, og líka síðani tá hava teir havt høvi at syngja og møta áhoyrarum um allan heim. Endiliga koma teir, á fyrsta sinni, til Føroya. Teir gleða seg til, saman við okkum í Klaksvík, […]

    150 kr. – 300 kr.
  • Leikurin – ONKI

    Sunnudagin 26. nov kl. 16 verður ein spennandi sjónleikur hjá Tjóðpalli Føroya í Varpinum. Leikurin ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani […]

  • Føðingardagskonsert hjá Jógvan Hansen

    Jógvan kemur heim at halda 45 ára føðingardagskonsert, í Varpinum!! Ársins jólagáva til tín sjálvs, og/ella ein tú ert góð/ur við Kostnaður: 540 kr.

  • Flemmish Cap – kvøld

    Leygarkvøldið 24. feb. verður skipað fyri einum serstøkum Flemmish Cap-kvøldið,  har tosað verður um og sagt søgur frá Flemmish Kap. Eisini bjóðar Gutti Winther eina betri Flemish Kap-máltíð, sum verður kallað Bacalao í Varpinum við m.a. saltfiski og øðrum fiskaúrdráttum. Neyðugt er at tekna seg til tiltakið fyri at kunna tillaga matgerðina. Freistin fyri tekningina […]

    100 kr.